Fyridømi ella staðgongumaður

“Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.”
2.Kor.5,21

 

Eftir eitt møti kom ein maður yvir at tosa við talaran, dr. M. Stearns. Hann segði: “Mær dámdi ikki talu tygara. Eg brýggi meg ikki um krossin. Eg haldi, at staðin fyri at prædika Kristi deyða á krossinum, hevði tað verið nógv betri at prædika Kristus sum lærara og fyridømi.

– Íðan, høvdu tygum viljað verið villigur at fylgt honum, um eg prædiki Kristus sum fyridømi? Spurdi dr. Stearns.

– Tað hevði eg viljað, svaraði maðurin. – Eg vildi fylgt í fótasporum hansara.

– Íðan, segði dr. Stearns, – latum okkum so taka fyrsta stigið. “Hann, sum ikki gjørdi synd.” Kunnu tygum stíga tað stigið?

Maðurin gjørdist ørkymlaður. – Nei, segði hann, – eg syndi, tað má eg viðganga.

– Íðan, um tað er so, segði dr. Stearns, – tá verður tygara fyrsti og størsti tørvur av Kristusi ikki sum fyridømi, men sum Frelsara.

Tað er hetta, sum er høvuðstørvurin hjá hvørjum einasta menniskja.
“Krigsropet” E. Campbell umsetti