Gamlar syndir

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Tí misgerðir mínar eg veit, synd mín er mær altíð fyri eygum!” (Sálm 51,5)

Eitt kristið menniskja kann mangan fáa tað soleiðis, sum Dávid her lýsir. Tú dugir ikki á at skyna, um tað er hin óndi, ið ger vart við seg til tess at ræna trúnna og gleðina úr hjartanum, ella at tað er Andi Guds, ið vil halda mær á lágum støði til tess at eyðmýkja meg, so eg kann læra meg ótta og bivan, ið er partur av trúnni og gudslívi mínum. Við hvørt kann tað vera sjúkleiki.

Meg minnist ein eldri mann, ið bað meg koma á gátt, og hvørja ferð var tað sama syndin, hann játtaði. Hon nívdi hann nátt og dag. Hann hevði sum ungur verið inni í einum heimi, har tosað varð niðursetandi um ein prest; men hesin prestur hevði verið eitt Guds amboð at leiða hann til Jesus. Hann visti, at hetta niðursetandi prátið var uppspuni og lygn. Av mannaótta sníkti hann seg stillisliga út haðani. Nú kendi hann seg bæði sum svíkjara og óálítandi. “Hvussu kann Gud fyrigeva mær?” var hansara støðuga niðurlag.

Tað er torført at trúgva syndanna fyrigeving. Eitt eri eg sannførdur um, at  synd mín kann ikki gerast ógjørd.

Tí er Guds kærleiksútvegur so veldugur. Hann kom sjálvur her niður til okkara í sonarins mynd, savnaði syndarar um seg og tók revsingina á seg.

Luther, sum alt lívið mátti bera minnir um sínar syndir, kundi liggja alvakin á nátt, meðan hann nevndi eitt orð, sum hann í teimum løtum krøkti seg í: “Eg eri Harrin, Gud tín, sum leiddi teg,” júst á tí staðnum, har hann gevur okkum tey tíggju boðini, sum ger okkum til syndarar (2 Mós 20,2), tí vit vóru óálítandi og sviku hann. Vit gjørdist lógbrótarar. So kann eg sostatt, hóast alt, siga: Gud mín!

Jesus, takk takk for troystarorð,
meg tey ugga kunna;
fjandin royndi sálarmorð,
tú vilt lív mær unna.
Tær, sum eigur alla makt,
veri lov um ævir sagt
fyri lív og náði.
(SB 281,3)