Ger gerningar Hans

”Men hetta sigi eg: Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. ” 2.Kor.9,6

 

Júst áðrenn burturferð Jesu til Himmals gav hann lærusveinum sínum boð um at læra øll fólkasløg at halda alt tað, ið hann hevði boðið teimum. Tað gongur eisini týðiliga fram nógvastaðni í Skriftini, at tað eru vit, ið eiga at bera hesi góðu tíðindi út um allan heim. Gleðiboðskapurin er sanniliga eisini góð og gleðilig tíðindi mitt í einum óndum heimi. Hugsa tær, at allar tínar syndir vórðu strikaðar, um tú kemur til Jesus, angrar og biður hann um at koma inn í títt hjarta. Er hetta ikki undurfult at hoyra? Tað er so sera stórt at vera til reiðar at taka ímóti Harranum, hvønn dag, tað skal vera. So kann deyðin koma, tá hann vil.

Men okkara ábyrgd sum trúgvandi er at arbeiða fyri Harran, so at so mong sum gjørligt kunnu koma inn á himmalvegin. Nú fara vit at taka nøkur skriftorð fram, har vit fáa boð um ikki at halda uppat ella geva upp í hesum týðandi arbeiði, men í frímóði at halda út. ”Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.«” Jóh.9,4-5

”Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína!” 2.Tim.4,5

 

”ikki svíkja, men sýna allan góðan trúskap, fyri at teir í øllum førum kunnu vera eitt prýði fyri læru Guðs, frelsara várs. ” Titus 2,10

 

”Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir, at vera lýdnir, at vera til reiðar til allan góðan gerning, ” Titus 3,1

 

Ofta kann tað vera so, at tey, ið sáa Orðið, missa dirvið. Tey síggja ongar fruktir í arbeiðnum og halda tessvegna, at alt arbeiðið er burturspilt. Men Harrin hevur lovað, at Orðið ikki vendur tómt aftur. ”Sæl eru tit, ið allar staðir sáa við vøtn … ” Es. 32,20.

 

”Men verið tit hugreystir og latið ikki hendurnar ørmegnast, tí at verk tykkara skal fáa løn.« ” 2.Krýn.15,7

 

”Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!” 1.Kor.15,58

 

”Men hetta sigi eg: Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. ” 2.Kor.9,6

 

”Tí at Guð er ikki órættvísur, so at hann skuldi gloyma gerning tykkara og kærleikan, sum tit hava sýnt navni hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu.” Hebr. 6,10

 

”Tí at teir, sum væl hava tænað kirkjuliðinum, vinna sær sjálvum eina góða støðu og mikið treyst í trúnni á Krist Jesus. ” 1. Tim. 3,13

 

Kann nakað størri og betur hugsast enn tað at standa í tænastu Hins Hægsta, tí minst til, Jesus er sigursharrin. Miss tí ikki dirvið, tak við hesum ráðum úr Skriftini: ”Hann drekkur úr ánni á vegnum, tí ber hann høvur sítt hátt. ” Sálm.110,7

 

og far so ut og finn tær ein teig, har tú kanst virka og arbeiða fyri Harran.
”Við Guðs hjálp vit skulu stórverk vinna … ” Salm. 108,14

Arbejd i dag og glem i morgen!

Nøden stor omkring dig er,

sjæle dør, synden råder –

gå – den dyrebare sæd bær!

E. Campbell