Gev okkum í dag okkara dagliga breyð

Skrivað: Kristianna Johannesen

Matt. 6,11

Gud signar okkum hvønn dag við matið og klæðum, húsið og heimið, familju og vinum, arbeiði og frítíðarvirksemi o.m.ø. Viðhvørt kann alt hetta tykjast sum ein sjálvfylgja, og vit gloyma at hetta alt eru góðar gávur, sum okkum eru givnar. Vit eiga at siga Gudi takk fyri allar hesar gávur.

Í 2. Mós. lesa vit um ísraelsfólk, sum gingu í oyðimørkini. Tey vóru í uppisetri við mati. Og tey fóru at meyla inn á Móses og Áron. Tey gloymdu neyðina, sum trælir í Egyptalandi og ynsktu seg deyðan har, sum tey høvdu sitið og etið seg mett um kjøtpottarnar.

Gud hevði ikki gloymt sítt fólk. Hann hevði eina loysn. Tey skuldu bara venda sær til hansara. Hetta gjørdi hann fyri at royna tey.  Hann lat regna breyð og lynghøsn av himli.

Vit hava ein mótstøðumann, djevulin, sum ikki ynskir, at vit skulu gleðast um allar dagligar gávur. Hann ynskir at gera okkum ónøgd og hann vil niðurbróta alt tað góða rundan um okkum, góð familjubond,  gott vinarlag, gott grannalag,  uppreistur móti hvørjum øðrum o.s.fr.

Tí vil henda bøn eisini minna okkum á nøgdsemi. At tað okkum tørvar til lívsins uppihald, vil Gud syrgja fyri. So nýtist okkum ikki at stúra, men við takksemi venda okkum til hansara.

Lat fals og lygiorð vera langt frá mær, gev mær hvørki armóð ella ríkidømi, men lat meg fáa tað breyð, sum til mín er býtt! Orðt. 30, 8.