Gleðið tykkum í Harranum

“Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum!” (Fil 4,4)

Sanniliga hava vit sum Guds børn alla orsøk til at gleðast. Vit, sum áður gingu í myrkrinum, men sum frelstir syndarar, av Guds stóru náði, nú ganga í ljósinum saman við honum. Vit sum eiga lyftið um, at hann er við okkum allar dagar. Líkamikið hvat kemur á okkara leið, so er Gud við okkum. Hvønn morgun kunnu vit gleðast um, at náðin er nýggj og at vit kunnu leggja okkum, okkara kæru og øll okkara viðurskifti fram fyri hann. “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum” (1 Pæt 5,7).

Undurfult og stórt er Guds barn at vera,
hann gevur kraft til sigur hvønn dag,
hvørja byrði býður hann sær at bera,
syng, mín sál, í gleðilag.

Syng, áh, syng tú frelsti um hesa gleði,
sum tú ein dag á Golgata fann,
latið lovsong brúsa á himmalvegi,
prís til hann, sum sigur vann!

Orð: Petur W. Háberg

Eg elski, tá eg møti menniskjum, hvørs gleði lýsir av teimum – gleðin í Harranum. Tey eru so glað, og eingin ivi er um, at tey eru Guds børn og eiga gleðina í honum. Henda gleðin smittar, tá ein er saman við teimum. Tað syngur í teirra hjarta. Gud er sjálvur tann varðandi gleðikeldan, sum ongantíð broytist ella tornar upp. Gævi, at gleðin í Harranum lýsti av mær og øllum teim kristnu, so onnur menniskju fingu eyga á hesa gleði og vendu sær til Guds.

Bøn: Vís mær, Gud, hvussu nógv eg eigi í tær, hvussu heppin eg eri, at eg møtti tær, og at tú komst inn í mítt lív. Hjálp mær at gleðast í tær – altíð. Gleðast um, at hvussu so víkur og vendir, so ert tú við mær og fert ongantíð frá mær. Prísaður verði Gud!