Góð røtt jól

 

”Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu! ”
2.Kor.9,15

 

So eru hasi jólini farin. Maturin er etin, gávurnar eru pakkaðar út. Summar gávur vóru væl dámdar, aðrar minni væl, og summar skulu enntá skiftast um.

Men um vit hava fatað og tikið ímóti jólanna boðskapi, so er tað ikki liðugt, bara tí at tær jarðisku gávurnar eru pakkaðar út. Tí vit standa eftir við tí gávuni, Bíblian umtalar soleiðis í 2.Kor.9,15: ”Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu! ”

Vinir úr Noregi sendi mær eina øðrvísi jólaheilsan: ”Vit ynskja tær eini ”góð, røtt jól!” Vit plaga jú at siga: ”Vit ynskja tær eini ómetaliga góð jól!” Men um tað skal kunna gerast eini góð jól, hvørs innihald virkar hvønn dag, hvørja viku, hvønn mánað og alt árið, mugu vit halda eini røtt jól! Tí málbóru norðmenninir seg: ”Vit ynskja tær eini góð, røtt jól!”

Hvat eru eini røtt jól? Tað er at hava skilt og rakt við, at týdningarmesta gávan á jólum kemur úr erva. Hon er ósigandi. Tað vil siga, tað ber illa til at greiða frá henni; men hon kann upplivast. Guds gáva skal ikki skiftast um, tí eingin betri gáva finst. Guds gáva verður ikki slitin upp, rustar ikki, verður ikki møletin, og tað ber ikki til at stjala hana.

Tú ert ikki liðugur at pakka Guds gávu út eftir einum kvøldi. Tað er ein livandi gáva, sum vit mugu vera saman við hvønn einasta dag. Hon, ella rættari Hann, varar gjøgnum alt lívið og víðari inn í ævinleikan. Hetta er ein virðismikil og dýrmæt gáva, sum eg vóni, at tú eisini hevur tikið ímóti. Tí so hevur tú havt eini ”góð, røtt jól!”