Gríp hitt æviga lívið
”Stríð trúarinnar góða stríð, gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til og viðkendi tær hina góðu játtingina fyri mongum vitnum! ”
1.Tim.6,12
Alt tað, sum vit vanliga nevna okkara her í lívinum, er av sonnum ikki okkara, men Guds. Hann hevur givið okkum tað í varðveitslu – annaðhvørt tað so er nógv ella lítið. Vit kunnu ikki krevja nakað, men vit eiga at vera nøgd við tað, hann letur falla okkum í lut. Tann, sum vil vera ríkur her í heiminum, fellur í skaðiligar girndir, sum søkkja menniskju niður í undirgang og glatan, sigur Paulus við Timoteus, tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er.
Vit verða eisini ávarað ímóti at vera hástór, sjúk eftir trætumálum, orðadráttum, klandri, spottan, ringum illgruna og tvídráttum millum manna. Vit eiga at flýggja frá hesum og heldur stunda á rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, áhaldni og spakføri. Vit eiga at stríða trúarinnar góða stríð, grípa hitt æviga lívið, sum vit eru kallað til.
Her í lívinum eru vit uppsitarar yvir gávum Guds – hvør í sínum lagi, og vit eiga at føra eitt levnað, sum Gudi er tekkiligt – eitt heilagt levnað. Vit eiga ikki at seta álit okkara til lívið her og til tað, sum hartil hoyrir, men líta í lívi og deyða á Gud sjálvan – Hann, sum er gevarin av øllum og upphavið til alt, ið til er, Hann, sum var, er og verður um ævir.
Eina gávu, sum ikki týnist og fær enda hevur vár ævigi Gud til hvønn einstakan av okkum. Tað er eitt ævigt lív. Hetta æviga lívið saman við Honum hevur Hann kallað okkum til við orðinum og latið Jesus vinna okkum við deyða sínum. Vit kunnu eiga hitt æviga lívið her í lívinum, tí hitt æviga lívið er, at vit kenna Gud og Jesus. Spurningurin er so, um vit taka ímóti Jesusi sum frelsara frá synd – gera vit tað, tá grípa vit hitt æviga lívið. Og gera vit tað í sannleika, so verður tað okkum ein sjálvfylgja at stríða trúarinnar góða stríð. Hin Heilagi Andin vil gera okkum før fyri at fylgja orðum várs Harra Jesu Krists og læruni, sum samsvarar við sannan gudsótta.
n.