Gud er betri

Skrivað: Ester Aðalsteinsdóttir Danielsen

Vit kenna nokk øll hetta, at tað er ein tíð í okkara lívi, har vit eru SO bundin av Gudi og bara merkja, hvussu hann arbeiðir, men so kemur okkurt ímillum. Vit renna undan Gudi og ímóti øðrum jarðligum lutum. Tað eru onnur ting, ið freista, og Gud hugsar “Hvat havi eg gjørt?”

Vit royna at finna ting, sum VIT vilja og ting, ið VIT tíma og lurta ikki eftir Guds ætlanum við okkum.

Freistingarnar koma, tá tað eru ting, ið vit velja framum eitt kærleiksfult forhold við Gud, ting, ið leiða okkum vekk frá Honum.

Og tað er ikki tað, at vit ikki elska Gud, vit elska hann av øllum okkara hjarta, men tað eru ting, ið toga okkum ímóti onkrum, ið Gud noktar. Vit vita, at vit elska Gud. Vit vita, at tað, sum vit gera er synd. Vit vita, at tað er synd at baktala, bannað, drekka og so framvegis. Tað fer ikki at nøkta okkara tørv, og vit vita, at vit kunna ikki vera glað uttan Gud, men allíkavæl fella vit.

Hetta er bara, tí vit eru menniskju. Vit kiksa, og vit fella hvønn dag. Men, tað er faktiskt bara ein orsøk til, hví vit skula venda okkum vekk frá hesum freistingum, sum vit liva í! Og tað er, at Gud er betri! Tað einasta vit skula er at halda okkum nær at honum, og hann verður við okkum ígjøgnum alt.