Gud er í tínum parti

Skrivað: Ann Thomsen

Eitt av Jesu nøvnum er Immanuel, ið merkir “Gud við okkum”. Hetta leiðir tankarnar víðari til versið í Rómverjabrævinum 8,31b: “Er Gud vid okkum, hvør kann tá vera ímóti okkum?”

Gud við okkum. Í Jesusi er Gud á okkara síðu. Tann alvaldandi, almáttugi og rættvísi Gud er í Jesusi Kristi við okkum.

Hyggja vit eftir, hvat lógin sigur, og hvørjar fylgjur syndin hevur í okkum, millum menniskju og í heiminum sum heild, síggja vit møguliga einans ein strangan og órættvísan Gud. Men Gud er rættvísur og hatar syndina og alt tad ónda í heiminum. Var hetta síðsta orðið, so vóru vit menniskju í eini ringari støðu, men so er ikki. Gud hatar syndina, men elskar syndaran. Gud elskar heimin, elskar øll menniskju, og tí sendi hann okkum Jesus. Við Jesu deyða og uppreisn vann Gud sigur á tí ónda. Gud er tann sterkasti.

“Er Gud við okkum, hvør er tá ímót okkum? Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?” (Róm 8,31b-32)

Í okkara lívi uppliva vit mangan, at nógv gongur okkum ímóti, og menniskju eru ímóti okkum. Hetta er ein veruleiki, so leingi vit liva her á jørðini, men inn í henda veruleika gav Gud okkum tad besta, hann átti. Hann (Gud) spardi ikki sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll. Jesus rópti á Golgata krossi: “Tað er fullgjørt”. Tað ónda er ein sligin makt. Jesus sigraði á tí ónda.

Gud við okkum. Einki, sum vit uppliva ella møta á okkara lívsleið, er størri ella sterkari enn Gud. Tí kanst tú trygt hvíla í, at við trúgv á Jesus Kristus er tann alvaldandi, almáttugi Gud við tær – á tínari síðu. Gud vil tær alt tað besta.

Bøn: Gud hjálp mær hvønn dag at hvíla í hesum: “Gud við okkum”.