Gud er serfrøðingurin

Skrivað: Inga S. Jensen

“Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld” (Matt 10,30).

Ein mamma heldur seg kenna sítt lítla barn allarbest. Enntá fær hon at vita frá heilsusjúkrasystrini, at hon er serfrøðingur í sínum egna barni. Tað er trygt og gott at vita.

Men hóast hetta má mamman ásanna, sum árini líða, og barnið veksur seg til ein stóran tannáring, at hon verður meiri og meiri ósikkur viðvíkjandi síni serfrøði. Tí best sum hon heldur seg vita, hvat og hvussu, so reagerar barnið beint øvut av tí, ið hon væntaði. Hetta hevur elvt til mangar frustratiónir ímillum bæði ættarliðini upp gjøgnum tíðirnar og ikki minst nú í okkara øld.

Tá er umráðandi ikki at stara at síni ”ótilstrekkiligheit”, men hevja eygu síni til fjallanna og fáa hjálp frá skapara himmals og jarðar. Tað er jú hann, ið hevur skapað, bæði mammuna og barnið. So er tað tá hann og ikki mamman, sum er tann veruligi serfrøðingurin.

Hvat er tað ikki veldugt at vita, at skapari himmals og jarðar eisini hevur skapað meg og míni børn og kennir okkum so væl, at hann enntá hevur tal á hárunum á høvdi okkara. – Takk fái Gud fyri sína umsorgan.