Guð Heilagur – hjá tí sundurbrotna

Skrivað: Kaj Eli Hansen

Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu. Jes. 57,15

Eftir lesiætlanin hjá Bíbliufelagnum, eru tekstinir í januar mánaði úr 1. Kongbók, um tá ið Sálomon byggir templi til Guðs heiður, æru og búðstað. Vit lesa hvussu tað verður bygt, bara við tí besta tilfarinum sum fanst tá á døgum, og til síðst lagt við gulli. Alt fyri at vísa Guði størsta heiður og æru. Guð er Heilagur.

Men tá í Sálomon vígir Templi, sigur hann millum annað soleiðis “Men man Guð veruliga búgva á jørðini? Sí, himnarnir, ja himnanna himnar taka teg ikki; hvussu nógv minni tá hetta húsið, sum eg havi bygt! 1. Kong. 8,27

Tá kom hetta versi frá Jesaja mær til hugs. Hesin veldigi Guð, sum ikki rúmaðist í hesum veldiga Templi, sum bleiv bygt av besta og fínasta tilfari, og tó er búðstaður hansara hjá teimum sundurbrotnu og niðurnívdur.

Hetta er tann Guð, sum hvørt menniskja kann koma í samband við, og hava eitt lívssamband við.

Nei, himnanna himnar rúma ikki Guði, og okkara hugur rúmar ikki Guði, og tó, so hevur hann búðstað í okkara hjørtum í trúgvi á Jesus, og hansara fullgjørda verk.