Gud heldur tað, hann lovar

Skrivað: Ann Thomsen

”Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!” (5 Mós 31,8)

Móses er vorðin ein gamal maður. Gud hevur latið hann vita, at hann skjótt skal doyggja. Hann kemur ikki við yvir um Jordanánna, inn í tað lovaða landið. Hann hevur verið leiðari hjá ísraelsfólki úr Egyptalandi og tey gott 40 árini, tey hava verið í oyðimørkini. Nú hevur Gud valt ein nýggjan leiðara.

Alt fólkið er komið saman, og Móses sigur teimum, hvat skal henda, og at Jósva er teirra nýggi leiðari. Móses tosar so beinleiðis við Jósva og gevur honum hetta góða lyftið: Harrin skal sjálvur ganga undan tær. Jósva hevði eina ómetaliga stóra uppgávu fyri framman. At gerast nýggi leiðarin hjá fólkinum, at føra tey inn í tað lovaða landið, at standa fyri at útrudda fólkini, sum frammanundan búðu í landinum og at býta landið sundur ímillum tær tólv ættargreinarnar eftir Jákup.

Gud kendi Jósva, og Jósva kendi Gud. 40 ár frammanundan bleiv hann saman vid Kaleb og tíggju øðrum monnum sendur inn í Ísrael at njósnast. Teir tíggju njósnararnir fullu í fátt og fingu ávirkað alt fólkið at gera tad sama. Men Jósva og Kaleb trúðu, at við Guds hjálp kundu tey vinna á fólkinum, sum búði í landinum. Nú stendur Jósva aftur her. Hesaferð sum leiðari fyri fólkinum.

Gud skal ganga undan honum og vera við honum. Jósvabók vísir okkum, at Gud heldur tað, hann lovar. Hann gekk undan Jósva og Ísraels fólki og var við teimum allan vegin.

Gud er tann sami enn í dag, og hann heldur tað, hann lovar. Bíblian er full av lyftum um Guds hjálp, umsorgan, vegleiðing og varðveitslu. Tí kunnu vit í okkara dagliga lívi trygt leggja øll okkara viðurskifti í hansara hendur. Uppgávurnar og avbjóðingarnar kunnu vera ymiskar í stødd og rúmd, men Gud er altíð við.

Bøn: Takk Gud, at tú heldur tíni lyfti.