Gud kallar – Gud gevur lyfti – Gud vælsignar

Skrivað: Annelisa Rasmussen

Og Harrin segði við Ábram: “Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar”. (1. Mós 12,1-2)

Gud kallar: Eina náttina kallar Gud á Ábraham. Hann biður hann fara við øllum, hann eigur, til tað staðið, sum Gud vil vísa honum á. Morgunin eftir sigur Ábraham konu síni, Sáru, frá hesum. Og jú, hon er villig at fara. Tey líta á Gud og fara avstað við øllum, tey eiga. Gud kallar Ábraham til at fara frá øllum tí kenda, teimum tryggu umstøðunum og til nakað, hann als ikki kennir nakað til. Kortini fara tey.

Gud lovar: Eina náttina tosar Gud aftur við Ábraham og gevur honum eitt lyfti. Gud biður Ábraham hyggja upp móti himni og vita, um hann fær talt stjørnurnar. Tað fær Ábraham sjálvsagt ikki. Men Gud sigur við hann, at so fjølment skal avkom hansara vera. HA? Hvat segði tú Gud? Ábraham og Sára eru komin væl til árs og eiga eingi børn. Hvussu kann hetta bera til? Jú, hjá Gudi er eingin søk ógjørlig!

Gud vælsignar: Eg skal vælsigna teg, sigur Gud við Ábraham, og tú skalt vera til signingar.

Gud kallar okkum til ymiskar uppgávur, hann vil hava gjørdar. Viðhvørt eru uppgávurnar útyvir tað, vit halda okkum megna og orka. Men Gud lovar, at hann vil vera við í tí, vit gera; vit standa ikki einsamøll í gerninginum; hann er við.

Tá ið vit eru honum lýðin og vilja fara til verka fyri hann, vælsignar hann okkum; ja, hann vælsignar okkum ætt eftir ætt.

Latið tí okkum hava fult álit á Gudi og lurta eftir tí, sum hann hevur til okkara, soleiðis at vit eru við í hansara ætlan.