Gud kann brúka okkum
“Og hann sigur við teir: «Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!» Og alt fyri eitt fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum.” (Matt 4,19)
Jesus gongur framvið lærusveinunum, sum fiska. Tað einasta, hann biður teir, er at fylgja sær. Teir fara frá bátinum beinanvegin og fylgja honum. Hetta er ein sera góð mynd upp á lýdni, og hvussu nógv lýdni hevur at týða hjá Gudi. Hesir menn vóru ikki sæddir sum nakað serligt, teir vóru “bert” fiskimenn, men Gud kundi brúka teirra lýdni til at kollvelta heimin – við at boða gleðiboðskapin út.
Ofta kenna vit tað, sum um vit ikki kunnu brúkast hjá Gudi. Tá er tað so gott at vita, at tað er ikki so tað hongur saman. Ofta hava vit hug at missa mótið, tí at vit hava lyndi til at gera allar persónanar í bíbliuni so stórar og feilfríar, hóast teir gjørdu nógvar góðar gerðir. Tað er so gott at lesa at bíblian ikki fjalir, at teir eisini gjørdu feilir og traðkaðu skeivt. Eitt nú Dávid, ið dreiv hor og syrgdi fyri at Urias lat lív. Móses drap ein egypta, men var seinni Gudi lýðin. Hetta vísir, at Gud kann brúka okkum til stór ting, akkurát sum vit eru, bert vit eru honum lýðin.