Gud náði meg syndara

Skrivað: Kristianna Johannesen

"Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær." (Ef, 2, 8-9)

”Gud náði meg syndara”, segði tollarin, tá hann bað í templinum. Hann sá sínar syndir og var ikki førur fyri at siga ella gera nakað, sum kundi verja hann yvirfyri Guds dómi. Hann var farin niðan í templið at halda bøn. Hann slóg seg fyri bringuna og fekk bert sagt hesi orð. Tað eru mong menniskju, sum gjøgnum tíðirnar hava biðið somu bøn. Gud havi lov og tøkk, at vit kunnu biðja hesa bøn og harvið leggja alt okkara lív yvir til hansara. Gud leitar eftir okkum hvønn dag. Hann ynskir, at vit skulu koma til hansara og liva í hansara náði. Hann ynskir at frelsa hvønn einstakan her á jørð – eisini teg og meg. Vit hava onki at rósa okkum av, ongar gerningar og ongi orð – alt er ein gáva.

Gud sær í náði til okkum syndarar. Gud fyrigevur okkum, tí hann elskar okkum óendaligt. Guds náði frelsir okkum. Vit hava onki at rósa okkum av. Vit hava eittans at gera – taka ímóti hesi stóru gávu.

Gud hjálpi okkum at takka fyri hesa stórfingnu gávu og liva tygt í hansara náði.