Gud svarar altíð bøn.
”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. ”
Matt.7,7
Hann kann geva trý ymisk svør, og kunnu tey samanberast við ferðsluljósini. Hann kann svara: Nei. Tað ger hann, tá ið hann sær, at hatta verður okkum at skaða seinni. Tað er hitt reyða ljósið. Hann kann svara: Bíða. Tá sær hann, at best er at bíða eitt sindur, tí tá fært tú størri gleði av svarinum. Tað er tað gula ljósið. So kann hann svara: Ja. Tá fáa vit tað, ið vit biðja um beinanvegin. Tað er hitt grøna ljósið.
e.c