Gud vil, at øll skulu verða frelst

Skrivað: Janus Thomsen

”Orð Harrans kom til Jónasar Ámittaisonar soljóðandi: ”Far á føtur og gakk til Nineve, hina miklu borg, og rópa út yvir hana, at illskapur teirra er komin upp fyri ásjón mína” (Jón 1,1-2).

Frásøgnin um Jónas er so sera góð og kann læra okkum serstakliga nógv um, hvør Gud er, og hvørji vit eru.

At byrja við eru tað serliga tvey viðurskifti, vit leggja merki til:

Gud hevur stóra umsorgan fyri øllum fólkum og vil, at øll skulu blíva frelst, og hann vil í hesum førinum nýta eitt menniskja, Jónas, at bera boðskapin fram.

Hóast tað eru nøkur túsund ár síðani, at Jónas bleiv kallaður, er støðan júst tann sama í dag.

Gud hevur framvegis ovurhonds stóra umsorgan fyri øllum heimsins menniskjum og vil, at øll skulu hoyra honum til. Og framvegis kallar Gud á sínar tænarar, øll kristin menniskju, um at boða sannleikan um støðuna, vit menniskju eru í, og gleðiboðskapin um seg sjálvan sum frelsara, út til øll heimsins fólk.

Jesus hjálpi og vælsigni okkum í hesum gerningi.