Guds ætlan

Skrivað: Ester Aðalsteinsdóttir Danielsen

Í 1. Sámuelsbók 16:12 lesa vit um, tá Dávid varð útvaldur til kong. Hann var ein ungur drongur og hevur neyvan verið meir enn 15-16 ára gamal. Og síðani í 2. Sámuelsbók 5:4 stendur: “Tríati ára gamal var Dávid, tá ið hann varð kongur…”. Í umleið 15 ár hevur Dávid vitað, at hann ein dag skal verða kongur. Hann livdi nær at Gudi, tí hann visti hvørjar ætlanir Gud hevði. Hóast hann bíðaði í so nógv ár, so gav hann ikki upp uppá Gud ella bleiv ótolin. Hann brúkti hesa tíðina til at fyrireika seg og lata Gud fyrireika seg til hesa stóru uppgávu.

Gud kallar eisini okkum til stór ting, tað kann vera, at tað hendir skjótt, men tað kann eisini vera, at vit skula bíða í fleiri ár. Tað er ikki í okkara ætlanum, men alt í Guds ætlanum. Tí er tað so umráðandi, at vit blíva við at søkja Gud, tí hann hevur stórar ætlanir fyri okkum. Tá Gud kallar á okkum, er tað umráðandi, at vit ikki halda, at vit ikki megna hesa uppgávu, tí Gud hevur kallað á okkum. Hann ynskir at brúka okkum og hevur eina stóra ætlan fyri hvønn einstakan.