Guds fíggjarætlan

”Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar, ”
Orð.3,9

 

 

Gud hevur givið okkum nógv framíhjárættindi, og hann væntar, at vit skulu brúka tey. Tað eru eini stór forrættindi at kunna geva Harranum ein part aftur av tí, hann hevur givið okkum at hava í hondum; tí í roynd og veru er alt hansara.

 

Sum sonn kristin játta vit ikki bara Kristus við munninum, ella avmarka okkara dýrkan til eina vitjan í Guds húsi einaferð um vikuna. Nei, Kristus býr í okkum við trúnni, og vit vísa í okkara dagliga lívi, um vit hava samfelag við hann, eitt samfelag, sum hevur við sær, at vit ynskja at arbeiða saman við honum fyri at fremja hansara verk og fáa í lag ávís arbeiði.

 

Tey, sum ynskja at arbeiða saman við Gudi eftir teimum treytum, Guds orð setur, verða fyridømi um eina sanna kristna lívsmynd. Tað miseydnast ikki hjá teimum, tí Gud kennir framtíðina og velur altíð hin rætta vegin. Hjá honum kemur tað ongantíð til eina kreppu.

 

Um vit gera okkara part av samarbeiðinum, vil Harrans verk fáa allar teir pengarnar, sum eru neyðugir til boðanina av evangeliinum allastaðni á hesari jørð. Hoyr, hvat ið Skriftin sigur: ”Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar, ” Orð.3,9. ”Øll tíggjund av jørð, bæði av korni og aldini hoyrir Harranum til og er halgað honum. ” 3.Mós.27,30. ”Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum. ” Mál.3,10

 

Harrin hevur talað. Tað finnist eingin onnur ætlan, sum kann skapa eitt fíggjarligt grundarlag fyri, hvat tað kostar at boða evangeliið í hesum landi og í restini av heiminum.

 

Tíggjundaskipanin er Guds ætlan, sum gongur longri aftur enn til Mósesar, og sum hevur verið til signingar alla tíðina síðani tá. Eisini í dag vil Gud, at vit skulu fylgja hesari skipan, hvørs meginregla er orðað í Paulusar talu um, at ”… teir, sum prædika gleðiboðskapin, skulu liva av gleðiboðskapinum. ” 1.Kor.9,14. Guds ætlan við tíggjundanum er, at hann skal føra teir pengarnar inn í ”goymsluhúsið”, sum eru neyðugir at boða evangeliið sum ein vitnisburð fyri øllum heiminum, áðrenn Jesus kemur aftur.

 

Vit standa yvir fyri stórum óloystum uppgávum. Mátti tað ongantíð hent, at Guds verk steðgar, av tí at vit sýta at samarbeiða við hann og lata vera at geva honum tað aftur, sum hann av røttum eigur!

 

Latið okkum fyrst geva Harranum tann tíggjundapartin, sum hann eigur, og síðani tær sjálvbodnu gávurnar. – Tíggjundin og tær sjálvbodnu gávurnar mugu framvegis hava hitt rætta plássið í Guds húsarhaldi.
E.Campbell umsetti