Guds fótaspor eru at finna allastaðni

”Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn. ”
Sálmur 19,2

 

 

Ein vísindamaður fór kanningarferð gjøgnum oyðimørkina Sahara. Hann hevði ein arabiskan ferðaleiðara við, sum ofta bað til gud sín. Einaferð spurdi vísindamaðurin hann: ”Hvat gert tú?”

”Eg biði.”

”Biður? Til hvønn?”

”Til Allah, til gud.”

 

Vísindamaðurin flenti og segði: ”Hevur tú nakrantíð nomið við gud við hondum tínum?”

 

”Nei.”

 

”So ert tú meðni ein tápulingur, um tú biður til ein gud, sum tú ongantíð hevur sæð og ongantíð følt við hondum tínum,” svaraði vísindamaðurin.

 

Arabarin svaraði ikki. – Teir fóru til songar; men áðrenn sólin reis morgunin eftir, vóru teir á fótum aftur.

 

”Ein kamelur hevur verið her í nátt,” segði vísindamaðurin.

 

Tá lýsti í eygunum á arabaranum. ”Hevur tú sæð kamelin?” spurdi hann.

 

”Nei.”

 

”Hevur tú nomið við hann?”

 

”Nei.”

 

”Tú ert ein løgin lærdur maður, sum trýrt upp á ein kamel, sum tú hvørki hevur sæð ella nomið við hondum tínum.”

 

”Á,” segði vísindamaðurin, ”vit síggja jú fótasporini av kamelinum í sandinum.”

 

Í somu løtu reis sólin í øllum sínum litskreyti upp um sjónarringin. Arabarin peikaði móti sólini og segði: ”Sært tú fótasporini hjá skaparanum? So veitst tú eisini, at tað finnist ein Gud.”

 

Skaparin sjálvan kunnu vit ikki síggja ella nema við. Men hansara fótaspor eru skilliga at finna allastaðni. Honum, ið ikki sær tey, má tað vera okkurt galið við. ”Í hjarta dárar siga: »Ei nakar Guð er til.« Ring og ljót er teirra ferð, eingin er, ið ger gott. ” Sálm.53,2