Guds góðska

”Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. ”
Róm.8,28

 

 

Tá ið vit lesa brøvini hjá Paulusi, kunnu vit stundum halda, at hann er í so avgjørdur – sum t.d í ørindinum her omanfyri, har hann bart út sigur, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud. Allir lutir? ”Ja,” sigur hann uttan nakra avmarking.

 

Men tá ið vit so hyggja eftir, hvønn hetta er galdandi fyri, finna vit har ímóti eina týðandi avmarking: tey ”sum elska Gud.” Bert viðvíkjandi teimum er tað galdandi, at allir lutir samvirka til góða.

Og sjálvandi má tað vera soleiðis. Hvussu tað, sum møtir okkum í lívinum, annaðhvørt tað so er viðgongd ella mótgongd, skal virka, veldst alt um, hvussu vit taka ímóti tí. Viðgongd kann gerast ein fella ella ein banning fyri okkum, um vit taka ímóti øllum tí góða við sjálvsøknum ótakksemi.

 

Og mótgongd kann haraftur ímóti bera ríka signing við sær fyri okkum, um vit taka hana av Guds hond. Tey, sum elska Gud, – í hesum orðunum liggur loyndarmálið. Tí tá ið vit elska Gud, liva vit honum nær, og gera vit tað, hava vit stórt álit á Honum. Tí eru vit trygg og vóngóð ígjøgnum alt, og tá vil Gud eisini syrgja fyri, at allir lutir samvirka okkum til góða. Tá fer mótburður ikki at fáa okkum at líta aðrar vegir enn til Guds og at gerast ótakksom, tá at tað er Hann, sum vit elska fram um alt. Og tað er bert tann, sum veruliga elskar Gud, ið kann taka ímóti sjálvt teim tyngstu royndunum uttan at gerast beiskur og uttan at venda Gud bakið. Og av tí at tey eisini tá elska Hann, og halda seg nær til Hansara, gevur Hann teimum lut í ”friðsæla ávøksti rættvísins.” Tey verða reinsað og búnast og fáa alt meira av tí sinnalagi og tí styrki, ið kann bera byrðar og veikleikar hjá øðrum og ikki bert hava nóg mikið í sær sjálvum.

Og tann, sum elskar Gud, ivast aldri í, at tað, sum Gud ger, er tað besta fyri okkum, eisini tá ið tað nívir tungliga. Har heysta vit mangan størstu signingarnar.

 

Í einum gomlum ævintýri verður sagt frá um ein prins, sum fekk eina lítla fílabeinsplátu við sær, tá ið hann skuldi út á eina langa ferð. Á plátuni vóru skrivað nøkur orð, og hvørja ferð hann kom í neyð, skuldi hann lesa tey, tí so skuldi hjálpin altíð koma. Men tað løgna við hesum orðunum var, at tey bert sóust og kundu lesast, um tár dryppaðu niður á tey; tá gjørdust tey so týðulig og løtt at lesa; men annars ikki.

Hetta er helst meira enn eitt ævintýr; hetta fortelur okkum ein djúpan sannleika – neyðin fær okkum at fáa eyga á Guds lyftir, og tá finna vit eisini orð fyri bønum okkara. Gjøgnum tár síggja vit mangan nógv meira enn við turrum eygum.

 

Latið okkum tí í kærleiksfullum áliti á Harran siga honum takk fyri allar lutir í navni várs Harra Jesus Krists, so skulu eisini allir lutir samvirka til góða hjá okkum; hetta er ein sannleiki, sum ikki vikast.