Guds innsiglisringur
“Á tí degi, sigur Harri herliðanna, taki eg teg, Zerubbábel Sjealtielsson, tænara mín, sigur Harrin, og havi teg eins og innsiglisring; tí at teg havi eg valt út, sigur Harri herliðanna” (Hagg 2,23).
Nú á døgum brúka vit undirskriftir ella kanska talgildan signatur, men tá á døgum høvdu kongar og aðrar ríkar ættir ein innsiglisring. Stóð innsiglið hjá kongi ella ættini á einum skjali, kundi hetta skjal vera nógv vert. Skjalið kundi eitt nú nevna ein ágóða, sum eigarin av skjalinum skuldi fáa, í navninum hjá kongi ella ættini.
Men hvør er hesin Zerubbábel? Jú, hann er ein eftirkomari hjá Ábrahami og Dávidi, og hann var við til at byggja Guds altar og tempul í Jerusalem upp aftur, tá Ísrael vendi heim aftur frá útlegdini í Bábylon.
Sambært Matteusi stavar Jesus frá Zerubbábeli (Matt 1,1-17). Har síggja vit eisini, at Gud hevur lagt alt gjølla til rættis, tí frá Ábrahami til Dávid eru 14 ættarlið, frá Dávidi til útlegdina í Bábylon eru 14 ættarlið, og frá Bábylon til Jesu føðing eru 14 ættarlið.
Gud lovaði Ábrahami, at allar ættir á jørð skuldu verða vælsignaðar í tær (1 Mós 12,3). Hann lovaði Dávid kongi, at ætt hansara og kongadømi skuldi vara til æviga tíð (1 Krýn 17). Og nú lovar hann Zerubbábeli, at hann skal vera Guds innsiglisringur.
Júst inn í hesi ætt læt Gud son sín verða føddan sum menniskja, Fyri at uppfylla øll síni lyfti ígjøgnum hann. Ikki bert til gagns fyri Ísrael, men fyri alla mannaættina. Tí Jesus er Guds innsiglisringur. Hansara stempul á okkum er okkara atgongumerki til Guds. Tá vit biðja í Jesu navni, hoyrir Gud bøn okkara. Ja, Jesus er einasta trygd frammanfyri Guds trónu – bæði í dag og í tí ókendu framtíðini!
(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)