Guds lyfti
”Verið tí Guði undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum. ”
Ják.4,7
Guds orð er fult av trúarstyrkjandi lyftum. Men ofta eru treytir lagdar við. Tey eru sum eitt roknistykki, sum skal ganga upp. Eitt dømi er Jákups bræv 4,7: ”Verið tí Guði undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum. ”
Er tað ikki undurfult, at við Guds orði kunnu vit standa ímóti sálarfígginda okkara? Uttan mun til, hvussu sterkur hann tykist vera, kunnu vit sigra á honum, sum ætlar at leiða okkum tær skeivu leiðirnar, føra sorg inn í lív okkara, taka burtur alla vón og at enda senda okkum til æviga glatan. Vit kunnu veita mótstøðu og vinna!
Vit takka Gud fyri slík orð.
E.Campbell umsetti