Guds náði er nóg mikið
”Náði mín er tær nóg mikið” (2 Kor 12,9).
Orðið náði merkir at fáa okkurt fyri einki – ókeypis. Gud gevur okkum lut í sínum góðu gávum. Hann gevur okkum góð livikor, og so gevur hann okkum eisini trúgv og kærleika gjøgnum son sín, Jesus Kristus. Tað er bert ein vegur, sum ber heim til Guds, og hesin vegur er Jesus Kristus, krossfestur og upprisin. Tó at lívið kann laga seg á ymsan hátt, so fylgir Jesus við okkum á tí vegi, sum ber heim til Guds. Hann broytist ikki. Jesus er hesin vegurin, og hann ber inn til æviga gleði.
At ganga himnavegin er at liva av náði Guds og at hava nóg mikið í náði hansara. Vilt tú ganga henda vegin? Hesin vegurin gongur kanska ikki beint fram, men eisini til viks. Men hann ber heim til Guds, tá vit hava fingið frið, tann sanna friðin, við at taka ímóti Jesusi.
” Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er!” (Ef 5,17) Har orðið um Jesus ljóðar, har er Gud. Og vit mugu leggja dent á ein annan sannleika, at Gud ikki bara hevur við andaliga lív okkara at gera, men eisini gerandisdag okkara. Kristindómur er ikki bara ein frelsulæra. Í vanliga lívi okkara skal trúgv okkara standa roynd sína, um hon er bygd á klettin, Jesus, ella á kyksendi.
Les Efesusbrævið 5,15–21.