Guds nýggjárslyfti

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

Nú árið nærkast einum enda, fór eg at hyggja at mínum nýggjárslyftum fyri 2021. Eg havi sett nógvar krossar, men enn er eisini okkurt eftir á listanum, sum eg ikki megnaði í ár. Eg ivist ikki í, at nógv høvdu stórar væntanir, nógv nýggjárslyfti, ætlanir og dreymar, tá 2021 byrjaði. Mongum brestir ætlan – og tað merktu øll í ár. Øll, ið ætlaðu at ferðast, øll ið skipaðu fyri stórum tiltøkum so sum brúdleypi, konsertum, møtum og alt annað varð øðrvísi, enn tey høvdu væntað. Tá eg siti og hyggi aftur á árið, rennur mær eitt bíbliuørindi í huga.

”Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).

Gud, sum hevur skapað alt, hevur ætlanir við okkum! Eingin av mínum ætlanum kann metast við Guds ætlan.

”Nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara” (Jes 55,9).

Latið okkum spyrja Gud, hvørjar hansara ætlanir eru, nú vit fara inn í eitt nýtt ár. Lat okkum søkja Gud og hansara orð. Lat okkum bjóða Gudi við okkum inn í nýggja árið, tí so skal Gud syrgja fyri, at tað verður eitt gott ár.