Guds orð er sannleikin

Skrivað: Kaj Eli Hansen

Tekstur: Luk 2,8-21

Hetta er partur av tí teksti í Bíbliu okkara, sum vit best kenna sum jólaevangeliið.
Hesi versini eru um hirðarnar. Men hví so taka brotið um hirðarnar sum andagt?

Eg má siga, at hvørja ferð eg lesi jólaevangeliið, so er tað brotið um hirðarnar, sum eg verði so hugtikin og rørdur av. Tí tað á ein hátt staðfestir, at tað er Guds orð, vit lesa.

Hirðarnir fáa eini boð av Himli – eini einglaboð. Hesi boð eru rættuliga konkret.

  • Finna eitt barn, ein nýðføðing.
  • Liggur í eini krubbu. Vísir hvar teir skuldu leiti. Ikki í nøkrum fínum staði.
  • So fáa teir eisini at vita, at tykkum er ein frelsari føddur í Dávids staði. Kong Dávid, sum var tann størsti kongur, sum Ísralittar høvdu, varð føddur og vaks upp í Betlehem, so eisini út frá hesum vistu hirðarnir við tað sama, at talan var um Betlehem.

Hirðarnir vórðu ikki verðandi úti á markini aftaná hesa stórhending. Nei, teir vóru við tað sama samdir um: ”latum okkum NÚ fara BEINAVEGIN til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum…

Og hvat upplivdu teir so, tá ið teir komu til Betlehem?

Her er nakað av tí, sum eg haldi er so stórt. Forkláringin hjá einglinum var tað, sum teir høvdu at ganga eftir. Í nútíðar máli kunnu vit siga, at tað var GPSarin hjá hirðunum, tað sum einglarnir høvdu sagt.

Og so stendur tað so væl: “og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni”. (v16)

Allar tær forkláringar, sum eingilin hevði givið, passaðu.

  • Eingilin segði: Ein frelsari er føddur í Dávids staði. Hirðarnir fóru inn í Betlehem.
  • Eingilin segði: Tit skulu finna eitt barn – ein nýføðing. Til ein nýføðing hoyra ein faðir og ein móðir.
  • Eingilin segði: Finna eitt barn í eini krubbu. Og teir funnu eitt barn í eini krubbu.

Hetta er Guds orð. Tað sigur frá, sum tað er. Tað er ikki bara Lukas, sum greiðir frá, men longu í Gamla Testamenti hoyra vit, at tað skal føðast ein høvdingi í Betlehem, soleiðis sum tað eisini hendi.

Má Guds orð fáa loyvi at gera sín gerning í okkara lívi.