Guds rættvísi

”Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið. ”
Matt.5,20

 

 

Ein maður fortaldi, at hann í mong ár helt seg langt burtur frá fjallataluni, tí at krøv hennara settu hann í eina vónleysa støðu. Fariseararnir og teir skriftlærdu gjørdu jú meira enn tey flestu at læra Guds vilja at kenna og gera eftir honum.

 

Um kravið er ein rættvísi, sum er nógv størri enn teirra, so er alt vónleyst. So stendur ongin mát. Tí ”sum skrivað stendur: »Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; ” Róm.3,10

 

Ein teirra, sum hevði rent seg fastan í hesum, tann fyrrverandi farisearin Paulus, játtar, at um tað er einasti vegurin til frelsu, so má hann siga: ”Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami? ” Róm.7,24.

 

Vegurin til himmals er stongdur, um alt stendur í okkara avrikum. Hesum tekur Jesus eisini undir við: ”… Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ” Jóh.14,6

 

Hetta sá Paulus eisini. Men tað, sum gjørdist eydna hansara, var, at Jesus steðgaði honum, og at hann kom til trúgv á hann sum sín frelsara. Í hesi trúgv kann hann tí skera í hetta gleðisrópið: Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann (Gud) til synd okkara vegna, fyri at vit skulu vera Guds rættvísi í honum.

 

Her er tann rættvísin, sum ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna. Og hon verður veitt óuppiborin einum og hvørjum, sum trýr á Jesus Kristus, ið hevur borið allar syndir okkara.

 

Hann er vegurin – tann einasti – inn í Guds ríki.

 

Um nakar nú meg spyrja vil
um mína grund til frið,
um onki annað hoyrir til,
sum ein má hava við,
enn Jesu blóð og eina tað,
sum fleyt á Golgata hin dag,
tá svari eg: ”Mín grund er góð,
mín grund er Jesu blóð!”