Guds stóru og dýru lyfti
"...og við teimum hevur givið okkum tey størstu og dýrastu lyfti" (1. Pæt 1, 4a)
“Eg skal gera tað í morgin. Eg lovi tað”. Soleiðis kenna vit til at fáa eitt lyfti um nakað. Ofta eru vit eisini skjót at lova nógv ymiskt, sum vit tíverri ikki altíð megna at halda.
Eitt brotið lyfti hevur ofta sorg við sær. Um lyftisbrotið er álvarsamt, so kann tað vera torført at byggja álitið upp aftur. Eitt lyfti er tongt at persóninum, sum hevur givið lyfti. Persónar kunnu vera álítandi og óálítandi, og tí hava lyftini “virði” í mun til, hvør hevur givið lyfti.
Her lesa vit, at Gud hevur givið okkum tey størstu og dýrastu lyfti. Tá ið Gud hevur givið eitt lyfti, so kann hann ikki svíkja, men hann heldur sítt lyfti.
Eitt av hansara nógvu lyftum til okkum er: “Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur”. (Jóh 6,37)
Um tú kemur til Jesus, so vil hann ikki reka teg burtur, men hann tekur ímóti tær, júst sum tú ert. Av øllum Guds lyftum er hetta tað størsta og dýrasta.
Guds lyfti halda,
hvat enn eg missi, –
hvat her man vikna,
tey vikast ei.
Um allar stjørnur
á himli slókna,
Guds lyfti vikast aldri, nei.
MS 223