Guds trúfesti

”Eisini tá ið tú sigur, at tú sært Hann ikki, er tín søk fyri ásjón Hansara…”
Job 35,14

 

Svein E. Andersen
Sum hetta er eitt ótrúligt lyfti fyri øll okkum, sum hóast nýpussaðar brillur, ofta ikki kunnu síggja Hann ella merkja, hvussu nær Hann er øllum, sum ákalla Hann!
Eitt av fyrstu minnum mínum um bønarsvar, er bønin um tað ”dagliga breyðið!” Eg hoyrdi, hvussu mamma bað við tárum um kvøldarnar, tá ið hon helt, at vit børn svóvu. Pápi var ferðandi trúboðari, og lønin var ofta hálvvánalig. Tá bað mamma, eftir at hon hevði brúkt allar møguleikar úr náttúruni og urtagarðinum – og tjú hei – dagin eftir stóð ein matkurv á trappuni, ella tað lá ein brævbjálvi við ektaðum pengaseðlum í postkassanum – brádliga er bønarsvar!
Seinni í lívinum havi eg fleiri ferðir brádliga fingið bønarsvar. Eg var nýfrelstur, hevði ein gamlan bil og bara pengar at keypa mær 2 litrar av bensini. Brádliga er tað ein systir í Harranum, sum fær eina áminning. Hon rennur frá arbeiðsplássi sínum yvir til Essostøðina og rindar fyri fullan tanga!

Ella tá ið vit sum ungir trúboðarar búðu í Hong Kong við tveimum børnum. Vit høvdu brúkt allar okkara pengar og gávur, sum fólk høvdu sent okkum, og nú vóru vit í stórari penganeyð. Vit ætlaðu at ringja til foreldur okkara og biðja tey læna okkum pengar til flogferðaseðlar heim – og tjú hei, tá lá ein kekkur í postkassanum, sum nøktaði allan okkara tørv í 6 mánaðir framyvir!
Ferð eftir ferð í tey 40 árini, sum eru farin, síðani vit byrjaðu ”Hermon Forlaget”, hava vit verið í støðum, sum menniskjansliga mett vóru ”ógjørligar”. Viðhvørt vóru avbjóðingarnar komnar av tí, at vit sjálv høvdu gjørt okkurt mistak, í øðrum førum vóru tað onnur, sum elvdu til trupulleikarnar – ella av heimsstøðum sum í gjaldoyrakreppuni og Kovid -19.

Ófullkomin menniskju og penganeyð kunnu geva tær tunga mótbrekku, og har … tá ið tað tykist, sum eingin vón er, eisini TÁ sær Hann teg, og tjú hei, so kemur ónatúrlig hjálp og vísdómur at loysa trupulleikan viðvíkjandi tí ”Goliati”, tú stendur yvirfyri.
Effie Campbell umsetti.