Hann gloymdi eitt

”Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni? Tí hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína? ”
Mark.8,36-37

 

Hann var altíð í galosjum, tá ið tað regnaði. Tvær ferðir um dagin bustaði hann tenn við einum altjóða viðurkendum tannkremi.

 

Læknin kannaði hann tvær ferðir um árið. Hann svav fyri opnum vindeygum og fekk sær hvønn dag nóg mikið av frískum grønmeti. Hann spældi tennis; men ongantíð meir enn ein tíma um dagin.

 

Hann legði sær eina við at sova minst átta tímar hvørja nátt.

 

Hann roykti og drakk ongantíð – og hann gjørdist ongantíð sintur.

Hvønn dag gjørdi hann morgunfimleik, og hann hevði góðar vónir at liva, til hann var 100 ár.

 

Hann fer til gravar nú mikudagin.

 

Áðrenn hann doyði, høvdu átta serfrøðingar og tveir sjúkrafimleikarar viðgjørt hann, og rundan um hann stóðu dunkar við heilsudrykkjum – sóttreinsandi heilivági.

 

Men tað var bara í einum, hann fór skeivur.

 

Hann gloymdi Gud og livdi, sum henda verð var alt – og nú er hann teirra millum, sum vit kunnu siga um: ”Kornið er fingið til høldar og aldinskurður at enda, men vit, vit eru ikki frelstir! ” Jer.8,20

 

”Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni? Tí hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína? ” Mark.8,36-37

”Brevet” E.Campbell umsetti