Hann heldur tað, hann lovar

“Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað.”
1.Tess.5,24

 

Ein gamal maður vitnaði nú eitt kvøldið uppi í Meinigheitshúsinum í Havn. Hann greiddi frá, at hann vaks ikki upp hjá foreldrum sínum, men í einum øðrum húsum har í bygdini.

Inni í hesum húsinum búði ein gomul kona, og tá ið hon var 83 ár, lá hon at doyggja. Ein yngri kona sat við song hennara og vakti uppi yvir henni. Gamla konan var fallin í ein tungan svøvn. Men um 3–4 tíðina slerdi hon eyguni upp, var púra klár og segði strálandi glað: „Jesus segði, at hann skuldi koma eftir mær kl. 3!“

So fall hon aftur í ein tungan svøvn. Um 12 tíðina vaknaði hon aftur og segði: „Hann segði, at hann fór at koma. Heldur tú, at hann kemur?“

„Um hann hevur lovað tað, so heldur hann eisini orð. Hann skal nokk koma,“ svaraði hin unga konan.

So fall hon aftur í ein tungan svøvn, men fimm minuttir í trý vaknaði hon, var púra klár, reisti seg eitt sindur upp frá koddanum og segði: „Á, høvdu tit nú sæð tað, sum eg síggi!“ So datt hon niður aftur á koddan og var farin inn í ævinleikan.
Effie Campbell.