Hann varð sundurbrotin fyri okkara misgerðir

Skrivað: Inga S. Jensen

"Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót" (Jes 53,5).

Tað man vera fáur, ið ikki er vorðin rørdur av hesum ørindinum og helst øllum kapittlinum.

Men eitt tað kendasta og týdningarmesta bíbliuversið kann man kortini so líðandi blíva líkasælur yvirfyri.

Hetta gekk upp fyri mær, tá ið eg fyri fyrstu ferð hoyrdi sangin: “Tína dýrd tú ofraði” Eg kendi tá av nýggjum nærveruna av Guds anda og ein longsul eftir at elska Jesus fyri tað, hann hevði gjørt fyri meg. Tá ið eg so fekk skrivað sangin niður og kundi lesa ella syngja hann umaftur og umaftur, byrjaði Guds andi at gera sín góða virkning í mínum hjarta. Jesus takk fyri tað.

Tína dýrd tú ofraði,

tá tú komst av hæddini,

og av hondum, ið tú skapti,

varðst tú særdur.

Tú lætst lív, men upp tú stóð,

og meg reinsaði títt blóð,

nú tú høgt ert lyftur upp

og verður ærdur.

Eg tær lovi Gud og Harri mín,

hjarta mítt tú vanst – eg eri tín,

ja, tín í ævir vil eg vera.

Tú mær lív við krossins deyða vann,

setti meg í frælsi – frið eg fann.

Eg av hjarta ynski

stórt títt navn at gera.