Har gripur tín er, man eisini hjarta títt vera
“Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.” (Matt 6,19-21)
Gripir eru ikki altíð deyð, ítøkilig ting. Gripir er alt, sum tú kanst hava ræði á, og sum kann fáa ræði á tær. Vit kunnu eisini kalla tað avgudar. Tað kann vera tónleikur, skúli, arbeiði, at síggja gott út, at vera best, at síggja “heilagur” út og til dømis tað, at vit savna okkum pengar at fara at ferðast fyri. At tað er drívkraftin í øllum, sum vit gera. Vit vilja næstan øll sleppa út at ferðast av og á. Vit eru bundin av at ferðast, vit endurgeva ofta H.C. Andersen, sála, sum segði “at rejse er at leve”. Tað er tað sanniliga, men er tað í samsvari við Bíbliuna? Er tað Guds vilji?
Avgudar ella gripir kunnu eisini vera menniskju. Tað kann vera vinir ella makin ella børnini, sum man sjálvandi elskar yvir alt á jørð! Men elskar mann tey eisini meira enn Gud?
Ein roynd kann vera at spyrja seg sjálvan: Hvat fyllir mest í mínum tonkum, mínari tíð, í mínum gerðum. Hvønn livi eg fyri? Í Bíbliuni á gerandisdonskum sigur 21. vers: “Der, hvor du har dine rigdomme, vil også dine tanker være.” Altso tað, sum fyllir mest í mínum tonkum, mínari tíð, mínum gerðum, har er hjarta mítt.
Bið Guð um at hjálpa tær at gera hann til nummar eitt í tonkum tínum, tíð tínari, gerðum tínum og lívi tínum.