Harrans signing er hon, ið ríkar
“Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki aftrat” (Orðt 10,22).
Vit menniskju nýta nógva tíð og orku at stríðast og royna okkara besta í tí, vit gera. Hetta kann bera okkum langt í ítrótti og øðrum, men ikki í Guds ríkis arbeiði. Um vit ikki hava Gud við okkum í tí, vit gera, kann ikki stórvegis koma burturúr. Vit eru fullkomiliga bundin av, at Gud letur tað eydnast, sum vit takast við. Jesus sigur við lærusveinarnar: “Uttan meg kunna tit als einki gera!” Í Guds ríki er tað soleiðis, at øll kraftin kemur frá Gudi og hansara verki.
So kann tað ljóða, sum um vit einki kunnu gera yvirhøvur. Jú, tað kunnu vit. Hava vit Gud við okkum, og hann signar tað, vit takast við, er einki mark fyri, hvat kann henda. Ein lítil matpakki í Jesu hondum kann verða nóg mikið at metta 5000 fólk, lesa vit í evangeliinum.
“Er Gud við okkum, hvør er tá ímót okkum? Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?” (Róm 8,31)
Tað mest umráðandi er ikki okkara avrik, men at Gud signar tað, vit gera. Gera vit Guds vilja, so leggur hann eisini sína signing afturat. So latum okkum søkja Guds vilja og signing.