Harrin hevur lækkað aldurin tvær ferðir
Frá Ádami til Enok eru sjey ættarlið. Enok var sjeyndi maður frá Ádami. Sjey er heilaga talið, tað er Guds tal. Hvat serligt var við Enoki? Hann gekk við Gudi, og Gud tók hann burtur. (1. Mós. 5,21–24). Hann er ein fyrimynd upp á meinigheitina. Gud fer einaferð at taka tey, sum ganga við Gudi og hava Jesus í hjartanum, heim til sín.
Enok fekk ein son, sum kallaðist Metusalem. Hann bleiv 969 ára gamal og er elsta fólk, ið hevur livað. Men eftir at Nóa kom út aftur úr ørkini, sá Gud, at tað var ikki gott, at menniskjuni blivu so gomul. So fyrru ferðina, at Harrin lækkaði aldurin, er her: „Tá segði Harrin: „Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár (120 ár).“ (1. Mós. 6,3).
Dávid kongur bleiv sjálvur 70 ár (2. Sám. 5,4), og hann sigur í Sálmi 90,10: „Sjúti (70) ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati (80) ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit flúgva avstað.“ Hetta er seinnu ferð, at aldurin verður lækkaður.
So er umráðandi at gera eftir hesum ráðunum: „At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! (Sálm. 90,12).
Effie Campbell umsetti.