Heilagi Andin er ein gáva
”Tó, eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at eg fari burtur; tí fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara, men fari eg burtur, skal eg senda tykkum hann.” (Jóh 16,7)
Einaferð, áðrenn Jesus doyði, segði hann við lærusveinarnar, at ein Talsmaður skuldi koma. Jesus segði, at tað varð lærusveinunum til gagn, at hann fór til himmals, tí annars fingu teir ikki talsamannin, sum er Heilagi Andin.
Jesus livdi sum eitt menniskja á jørðini og var tí likamliga einans á einum staði í senn.
Vit hava fingið Heilaga Andan – eina gávu – at vegleiða okkum, nú Jesus ikki er her. Heilagi Andin er allastaðni í senn og livir í okkum, um vit hava tikið móti Jesusi.
Heilagi Andin er ein gáva. Gud talar gjøgnum Heilaga Andan, og hvat er betur enn at fáa ráð frá konganna kongi, harrana harra, sjálvum skaparanum. Hann talar til okkum gjøgnum Heilaga Andan og við Heilaga andanum gjøgnum okkum til onnur.
Lat okkum brúka Heilaga Andan meira. Spyrja hann um ráð. Lurta eftir honum. Hann er til gagns fyri okkum. Hann er hjá okkum og í okkum.