Heimurin rúmar ikki øllum, ið Jesus gjørdi og ger
”Tað er eisini mangt annað, sum Jesus gjørdi, og skuldi tað alt verið skrivað upp, hvørt fyri seg, hugsi eg, at ikki allur heimurin kundi rúma teimum bókum, sum tá vórðu skrivaðar” (Jóh 21,25).
Hetta er eitt heilt serligt vers fyri meg. Jóhannes hevur skrivað eitt heilt evangelium, og nú skal hann skriva endan. Eg ímyndi mær, at hann fegin hevði ynskt, hann kundi skriva meir.
Hann skrivar, at tað als ikki er møguligt at skriva alt tað niður, sum Jesus hevur gjørt – ja, so nógv gjørdi hann! Vit hoyra ofta um fantastisk undur, ið eru uppbyggjandi og nærum ótrúlig, og tað er fantastiskt. Jesus gjørdi meir í síni tíð her á fold, sum vit kunnu lesa um, enn tú og eg nakrantíð megna at gera. Men so er enntá nógv meir, ið kundi verið skrivað um hann og verk hansara! Fyri meg persónliga er hetta ein góð staðfesting uppá, at vit eiga ein fantastiskan frelsara. Og vit klára als ikki at ímynda okkum, hvussu stórur hann er.