Hevur tú ikki lisið Bók mína?
”Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. ”
Jósva 1,8
Tove Mommer, sum byrjaði Aglow (t.e. kvinnumøtir) í Danmark í 1980 og var leiðari tess í yvir 20 ár, var fleiri ferðir í Føroyum, m.a. í august 1997. Í talu sínari tá greiddi hon frá einari áhugaverdari bók:
Ein lækni, Richard E. Eby, stóð á altanuni. Hann toygdi seg ov langt og datt niður í túnið og doyði. Ein annar lækni staðfesti, at maðurin var deyður, tí hann hevði mist alt blóðið, sum likamið hevur í sær, og tá kann eingin liva.
Hesin Richard var burðarlækni og professari. Hann hevði ”eina nærdeyðauppliving”. Hann greiðir soleiðis frá: Eg kom heim til Jesus, og hann var so undurfullur og blíður. Tað ber als ikki til at greiða frá tí. Har spurdi eg allar teir spurningar, sum tú og eg so fegin vilja hava svar uppá. Og hvørja ferð segði Jesus: ”Didn’t you read my book?” (Hevur tú ikki lisið bók mína?) Jesus meinti sjálvandi við Bíbliuna. Hann vísti so manninum á, hvar í Skriftini tað stóð umrøtt. Hann gav honum boð um at biðja fyri sjúkum og sendi hann so aftur til jarðar.
Hann fór so undir at biðja fyri teimum sjúku, og tey blivu frísk. Men tá ið ein tíð var fráliðin, komu fleiri aftur og spurdu, hvussu tað bar til, at tey høvdu mist grøðingina.
Ja, hann dugdi ikki at svara, men spurdi so Harran. Jesus bað hann blaða upp í Bíbliuna, har Faðirvár stendur. So bað Harrin hann byrja at lesa. Tá ið hann kom til ”Gev okkum í dag okkara dagliga breyð,” segði Jesus: ”Steðga! Har hevur tú svarið. Dagliga mugu tit venda aftur at siga takk, annars missa tit grøðingina.”
Hesin læknin, Richard, hevur skrivað bókina, sum kallast ”Didn’t You Read My Book?” Ja, hvussu ágrýtin eru vit at fylla okkum við Guds orði og fáa okkum andaliga føði og vísdóm haðani, tí har standa svørðini.
Effie Campbell.