Hevur tú møtt honum?

Skrivað: Ernst Súni Magnussen

Jesus segði við sámariubúgvan: «Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!» (Luk. 17,19). Les allan tekstin í Luk. 17, 11-19)

Á ferð síni móti Jerusalem, steðgaðu Jesus og lærusveinar hansara á í ymiskum bygdum og býum. Í eini bygd í Sámária ætlaðu teir at steðga, men tey tóku ikki móti teimum (Luk. 9, 53), tí Sámáriubúgvar hýstu ikki jødum, sum vóru á veg til templið í Jerusalem. Teir fóru tí í eina aðra bygd. So víðari á leið móti Jerusalem, tí Jesus vildi fullføra ferðina, sum hann hevði sett sær fyri (Luk. 9, 51). Hjá Harranum var tíðin komin at fullføra gerningin, ið var at lata lív sítt sum loysigjald fyri syndarar.

Longur frammi á ferðini, komu teir til ein aðra bygd har tíggju spitalskir menn, róptu á Jesus um at steðga og gera teir frískar (Luk. 17,13). Av tí at menninir høvdu spitalsku sjúku, róptu teir á Jesus við frástøðu, tí sjúkan var roknað at vera sera smittandi og vandamikil. Tað helt tó ikki Jesusi aftur at samskifta við menninar. Hetta endaði við, at hann bað teir fara til prestin, sum kundi lýsa teir frískar at vera.

Vanliga, tá sjúk komu til Jesus, fingu tey orðini “Far í friði! Trúgv tín hevur frelst teg!” (Mt. 9,22; Lk. 7,50, 18,42). Men so var ikki hesu ferð, tí Jesus bað teir fara til prestin, soleiðis sum tað var fyriskipað í Móselóg. Sambært fyriskipanini, so skuldu tann, sum helt seg vera blivnan
frískan frá spitalsku sjúku, lata seg kanna av presti, (3. Mós. 14, 2). Men sum menninir gingu til bygdina, gjørdust teir varugir við, at teir vóru grøddir. Ivaleyst vóru teir allir ovurhonds glaðir, um at teir vóru blivnir frískir, men bert tann eini vendi aftur til Jesus at siga takk. Hesin var ein Sámáriubúgvi.

Jesus tók væl ímóti Sámáriubúgvanum, men undraðist á hinar nýggju, sum ikki vendu aftur. Allir tíggju blivu grøddir, men bert Samáriubúgvin kom aftur til Jesusi. Hann lovaði Gudi við harðari rødd, og kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum. Við hann segði Jesus: “Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!” (Luk 17,19).

Hevur tú møtt Jesusi og takkað honum? Hann hevur goldið loysigjaldið á krossinum fyri syndir tínar og bjóðar tær ævigt lív.

Skrivað hevur ESM