Hevur tú roynt Heilaga Vegin?

Skrivað: Ernst Súni Magnussen

Har skal verða lagdur vegur; hann skal verða kallaður vegurin halgi; hann má eingin óreinur ganga; hann skal vera fyri fólk hans; fákunnir skulu ikki villast á honum (Jes 35,8).

Tá Eysturoyartunnilin gjørdist opin fyri almenninginum, bleiv ofta spurt millum manna: “Hevur tú verið ígjøgnum tunnilin?” Nú tvey ár seinni, hava flest allir føroyingar koyrt gjøgnum tunnilin; men summi velja heldur, av ymiskum orsøkum, at koyra ta gomlu leiðina.

Vegurin til Guð, sum áður var stongdur og ikki var farandi eftir, bleiv opnaður á Golgata. Har læt Jesus vegin, sum førir til ævigt lív, upp við sínum dýrabara og reina blóði. Men langt áðrenn Jesus doyði, hevði Jesaja profetur tala um ein veg í oyðimørkini, sum bert tey reinu kundu ferðast á. Tey sum ferðast á hesum vegi skulu náa Zion og ikki villast á leiðini.

Orð Jesaja royndust sonn, tí Harrin Jesus kom í ein heim, sum var uttan vón um lív eins og ein oyðimørk. Harumframt, er hann hin góði hirðin, sum leiðir fylgið sítt á vegnum. Eisini røktar hann og føðir hann tey, sum fylgja sær, so øll í fylginum koma trygg til heim til Guð.

Tað er longu koyrandi á vegnum halga og einki gjald verður tikið fyri at koyra á honum, men tó eru tað nógv, sum heldur velja gomlu leiðini, sum tey eru kend við. Har er skjótt at glíða og farast illa (Sl. 73, 18).

Hevur tú roynt halga vegin? Harrin Jesus kallar á teg, um at koyra á vegnum, sum hann hevur lagt, so tú trygt kanst náa hin æviga bústaðin, sum hann hevur ætlað júst tær.