Himmalin

”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. ”
Matt.11,28

Á mannabarn, tú gert alt so væl fyri teg til tína longu ella stuttu ferð gjøgnum lívið, men hvagar gongur leiðin? Hevur tú nakað stað at fara til? Ein ferð má hava eitt mál, ein enda. Lívið er einaferð liðugt, og lívsferðin løgd aftur um bak. Hvør er endastøðin?

Tey trúgvandi hava eitt mál, himmalin er mál teirra, himmalin er endastøðin fyri lívsferðina. Og við eldhuga og sannari gleði vitna og syngja tey um himmalin.
Vilt tú við?
Ec