Hin leitandi Frelsarin(2:9)
”»Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar;”
Luk.15,4-5
Eg eigi eina bók, sum hevur eitt løgið navn: ”Gud ja! Men Jesus?” Tað løgna er, at tað eru menniskju, sum trúgva á Gud, men einki leggja í Jesus. Men tað ræðuligasta av øllum hevði verið at møtt Gudi – uttan um Jesus, og uttan at standa reinsaður í Jesu blóði.
Tann, sum vendir Jesusi bakið vendir bakið til Guds og Himmalin og verður glataður í ævir!
Tí, tað er bara frelsa í Jesu navni eina!
Fariseararnir og teir skriftlærdu søgdu eisini ja til Guds – men nei til Jesusar! Eingin bað so ofta til Guds og las so íðin í Bíbliuni sum teir. Kortini hataðu teir Jesus. Og fyri at dálka góða navn hansara og umdømi eyknevndu teir hann ”syndara vinur”.
Men hugsa tær, hvat eitt undurfult navn hetta gjørdist fyri allar syndarar!
Ja, hetta bleiv eitt heiðursnavn hjá Jesusi! Hann var jú netupp komin at frelsa syndarar – og fyri at teir rættuliga skuldu skilja tað, segði hann teimum søguna um teir 100 seyðirnar. Hann greiddi frá teimum 99, sum stóðu tryggir í rættini, og um hin eina, sum var burturvilstur, og so segði hann frá, hvussu hirðin leitaði eftir honum, til hann fann hann, og hvussu hann bar hann heim við gleði.
Hetta er ein undurfull mynd av Jesusi – kanna hana ógvuliga gjølla!
Hann gjørdist ikki argur og klípti seyðin í beinið ella sló hann í illsinni. Hann gav ikki ilt av sær, av tí at hesin tápuligi seyðurin var runnin sínar egnu leiðir. Nei, hann var bara glaður, hann tosaði blídliga og eymt við hann. Varisliga lyfti hann hann upp á herðarnar og bar hann heim við gleði!
Akkurát soleiðis er Jesus! Hann verður glaður! Tað verður gleði í Himli – og tú verður glaður, um hann sleppur at bera teg heim til sín! Ja, ein og hvør, sum trýr á Jesus, syndara vinin, verður glaður og sælur! Og eingin munur er, um vit eru lítil ella stór.
Vilhelm Munch. Effie Campbell umsetti