Hin sigrandi trúgvin
”Og Jesus svaraði og sigur við teir: »Havið trúgv á Guð! ”
Mark 11,22
Hon er ikki løtt at skriva um.
Tað tykist ikki at vera so nógv, ið eiga hana.
Vit kunnu tala um hina leitandi trúnna, hana kenna vit, og vit kunnu tala um hina stríðandi trúnna, tí hana kenna vit kanska uppaftur betur. Men hina sigrandi trúnna!
Nei, tá tagna tey flestu av okkum.
Vit kenna so lítið til hennara.
Mær rennur í huga ein mann, ið kom til Jesus. Eisini hann var tað neyðin , ið dreiv til meistarans. Hann fekk eitt orð frá Jesusi, og tað stendur so rámandi um hann, at ”maðurin trúði orði Jesusar og fór avstað.” Jóh.4,50
hin sigrandi trúgvin!
Tað var onkur, ið átti hana.
Og hesin maður varð ikki svikin.
Men tú og eg, sum nærum einki kenna til hetta; tú og eg, sum dag og dagliga stríðast, og sum so ofta tapa í stríðnum! Nyttar tað nakað hjá okkum at hugsa um at vinna so langt?
Vit fata so væl lærusveinar Jesu, tá ið teir koma til hansara við bønini: ”Harri! Gev okkum meira trúgv!” Vit eru so nógv, ið vildu gjørt fylgiskap við teimum og gjørt bøn teirra til bøn okkara.
Ella minnist tú pápan, ið grátandi sigur við Jesus: Eg trúgvi! Hjálp tú vantrúgv míni!”
Men hann fekk kortini hjálp.
Og tá ið Jesus fekk áheitan frá lærusveinum sínum, hóast trúgv teirra var lítil, so fingu teir hjálp.
Men tað var nú hina sigrandi trúnna, vit skuldu tala um.
Hvussu skulu vit ognast hana?
Mær tykir, hon er eitt framhald av tí stríðandi trúnni. Tú, ið stríðir títt møðsama stríð móti vantrúgv og vónloysi og synd, tú, ið ikki gevst í stríðnum, men heldur á, ein dagin verður tú fluttur upp í ein hægri flokk, tú kemur at fáa meira og meira í ogn av hini sigrandi trúnni. Tú sært kanska ikki sjálvur, tú heldur kanska, at tað er so ómetaliga langt eftir hjá tær; men hann sær tað, og hann frøist um tað, og tú kemur meira og meira at liva undir signing hansara.
”Havi trúgv á Gud!” sigur Jesus.
Mátti so Harrin hjálpt okkum at kunna hildið út í trúnni til okkara seinastu, sælu stund.
Chr. Høj