Hvar er himmalin?

”men savnið tykkum gripir í himli, … Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.”
Matt.6,20-21

 

 

Eydnan er ikki bundin at tí, sum hendir; men eydnan er bundin at okkara støðu til tað, sum hendir. Hatta lærdi pápi meg, og eg havi ofta hugsað um tað; pápi lærdi meg um eydnu og um tað, sum verður okkum fyri. Men tað gjørdist ongantíð so greitt fyri mær sum ta ferðina, eg var í Korea mong, mong ár seinni.

 

Eg hevði verið í Fjareystri í tríggjar mánaðir, mest í Korea. Meðan eg var har, talaði eg á nógvum møtum í skúlum, barnaheimum og kirkjum.

 

Ein dagin, eftir at eg hevði talað í einum fróðskaparsetri, kom ein teologiskur studentur yvir til mín. Ongantíð áður hevði eg sæð eitt so dapurt andlit á einum, sum segði, at hann ætlaði sær at gerast prestur fyri hinum upprisna Kristusi.

 

”Hví ert tú so ólukkuligur?” spurdi eg.

 

”Eg eri vilstur,” segði hann sorgarbundin. ”Tá ið eg gjørdist kristin, lærdi prestur meg, at Bíblian er sonn. Tá var eg eydnusamur. Men nú læri eg um hin viðgitna Rudolph Bultmann, og hann skrivar, at Bíblian er full av fáplum og samanpentaðum søgum. Eg eri vilstur og veit ikki longur, hvar ið himmalin er.”

 

Eg gjørdist fúkandi óð. Tað kundi ikki vera rætt, at hesir einfaldu dreingirnir í Korea skuldu stríða seg gjøgnum hesa ræðuligu teologiina. Teir granskaðu tíma eftir tíma á fróðskaparsetrinum, gingu tvær ferðir so leingi í skúla sum studentarnir í Amerika, og av tí at teir lósu, skuldu teir missa trúnna.

 

Eg hugdi upp á tann unga teologistudentin, sum stóð framman fyri mær.

 

”Jesus segði: ”… Guðs ríki er innan í tykkum.« ” (Luk.17,21): Bultmann fer skeivur. Jesus hevur rætt. Himmalin er ikki ein lygisøga ella eitt ævintýr: Himmalin er eitt stað, sum er fyrireikað fyri menniskju, sum eru fyrireikað. Teologi í hondunum á Heilaga Andanum er ein yndisligur vitskapur. Men í hondunum á vantrúgvandi er hon deyðans vitskapur. (Gud kemur ikki til orðanna. Fyri hvørja síðu í Bíbliuni, lesa teir 1000 síður til útlegging). Um tú vilt finna útav, hvar himmalin er, far so út úr tí støvutu floksstovuni og far út á bygd. Lurta eftir tí einfaldu trúnni hjá teimum, sum bara lesa Bíbliuna og bara trúgva á Gud og ikki á materiellar lutir. Líka leggja tey í, um ein ella annar teologur sigur, at himmalin er ein uppfunnin søga. Tey hava funnið Jesus, og har sum Jesus er, hava tey himmalin.”
Corrie ten Boom. E.Campbell umsetti