Hvar ert tú?

Skrivað: Leo-Hans Mikkelsen

“Tá kallaði Harrin Gud á Ádam og segði: “Hvar ert tú?” (1 Mós 3,9)

Ádam hevur gjørt ímóti Guds boðum, og ringa samvitskan fær hann at fjala seg fyri honum. Vit kunnu kanska flenna eftir hesum, tí vit vita, at ongin kann fjala seg fyri Gudi. Men Ádam hevði ikki hesar royndir sum fyrsti maður á fold, og gjørdi hann tað. Tí Ádam var bangin fyri Gudi.

Tað, sum vit kunnu gleða okkum um í hesi frásøgn, er, at Gud leitar eftir Ádami og rópar á hann. Gud slepti honum ikki, eins og hann heldur ikki vil sleppa tær. Hann leitar og rópar: Hvar ert tú, og vónar at fáa svarið: Her eri eg. Men hann kann bara leita og kalla, og bíða eftir svari.

Vit hava øll gjørt móti Guds boðum, og tí kann okkara ringa samvitska fáa okkum at royna at krógva okkum fyri Gudi. Men Gud elskar teg og meg, og tí sendi hann Jesus í heimin. Hann vil hava við okkum at gera, hann vil endurreisa sambandið millum seg og sín skapning. Spurningurin er, um tú vilt hava nakað við hann at gera, ella tú vilt vera tín egni gudur, ráða tær sjálvum og ganga tín egna veg.

Gud vil teg, vilt tú hann?