Hvar fert tú?

Skrivað: Leo-Hans Mikkelsen

“Síðan fór Káin burtur frá ásjón Harrans og settist niður í landinum Nod fyri eystan Eden” (1 Mós 4,16).

Tað er altíð hugstoytt at hoyra um onkran, sum fer burtur frá ásjón Harrans. Vit fáa ikki so nógv at vita um Káin, aftaná at hann hevur dripið bróðir sín, og Gud tekur hann til rættis, men hann játtar sína misgerð, og Gud setir merki á hann, so ikki einhvør skal drepa hann. Um angurin hjá Káini førdi til bøn um fyrigeving fyri sína misgerð ella eina umvending, vita vit ikki, men tað kann vera ein lærdómur fyri okkum. At vit læra at játta okkara synd, gera upp við Gud og menniskju og byrja av nýggjum, ikki burtur frá Guds ásjón, men undir hansara ásjón. Saman við honum gjøgnum lívið, bæði í viðgongd og mótgongd, í gleðistundum og sorgarløtum.

Øll eru vit á ferð, ávegis gjøgnum lívið, og í teimum korum, sum lívið bjóðar okkum. Spurningurin er, um vit vilja ferðast við Gudi á leið, ella vit helst vilja sleppa burtur frá hansara ásjón, bangin fyri, at hansara ljós skal opinbera okkara synd, sum vit heldur vilja fjala.

Ádam royndi at krógva seg, men Gud kom at leita eftir honum. Hann leitar eisini eftir tær og mær. Hvar fert tú? Til hansara, ella undan honum?