Hvat eigi eg at gera..?
"Og hann leiddi teir út og segði: Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?” (Áps 16,30)
Vit eru stødd í Filippi, har Paulus og Silas vóru byrjaðir at boða gleðiboðskapin um Jesus, men sum tær flestu staðir har í gleðiboðskapurin bleiv boðaður, vóru tað eisini menniskju, sum arbeiddu ímóti gleðiboðskapinum.
Her í Filippi endaði tað við, at Paulus og Silas blivu koyrdir í fangahús, fyri har, kunnu vit siga, at umhugsa sína støðu, um teir skuldu gevast at boða gleðiboðskapin, ella um teir skuldu halda áfram. Tað var ikki nøkur torførð avgerð hjá teimum báðum, tí vit lesa, at har innast í hesum myrka fangahúsi, hoyrdist bøn og lovsongur til Guds.
Men so til henda spurning, sum sjálvur fangavogtarin setur. Hann, sum var ein partur av tí ætlan, at fáa Paulus og Silas at steðga við at boða gleðiboðskapin fyri menniskjum. ”Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?”.
Tann spurningurin, sum kom til mín, tá ið eg las hetta versið var, hvar hevði fangavogtarin í Filippi hoyrt um frelsuna?
Fangavogtarin hevði fingið hesar báðar menninar í fangahúsið. Hann hevði fingið ordrar til at ansa eyka væl eftir teimum, tí skuldi man trúð, at hesir menn vóru eyka vandamiklir, so at skilja, at teir kundu gera seg inn á onnur menniskju.
Men eg giti, og hetta er bara git, at fangavogtarin hevur hoyrt um Paulus og Silas, og hvat fyri boðskap teir høvdu at bera. Fangavogtarin hevur møguliga hoyrt um Lydiu og alt hennara hús, sum høvdu tikið við trúgv á Jesus Kristus. Og saman við tí, sum hann so upplivdi hesa náttina við bøn og lovsangi úr fangahúsinum, saman við hørðum landsjálvta, fekk fangavogtarin at viðurkenna, at her var nakað nýtt, nakað, sum hann ikki átti lut í, men samstundis nakað, sum hann av ynsta hjarta ynskti at fáa lut í.
Tí kom hesin spurningur frá fangavogtaranum, ”hvussu kann eg verða frelstur?”.
Hevur tú tikið støðu til henda spurning?