Hvat er eitt gott lív?

Skrivað: Sveinur Thomassen

”Tí eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju viðvíkjandi tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).

Hvat er eitt gott lív? Hesin spurningur kann javnan fylla nógv hjá okkum menniskjum. Um tú veruliga fer at hugsa djúpt um hendan spurning, vænti eg, at tú verður veruliga tikin av bóli, serliga um tú so fer at hugsa um, hvussu vit brúka okkara orku og tíð. Vit hava nógv, ið vit skulu liva upp til, familju, vinir, arbeiði, frítíðarítriv og nógv, nógv annað. Hvat gevur meining? Er tað tað, sum tú ger fyri teg sjálvan, ella er tað tað, sum tú ger saman við øðrum fyri onnur? Tað er so frígerandi bara at lurta eftir øðrum og brúka tíð saman. Vit lesa í Fyrra pætursbrævi 1,22: ”Elskið hvør annan inniliga av hjarta”. Gud hevur lagt ein treytaleysan kærleika niður í okkum. Gud vil reinleika og einleika. Trupulleikin er, at vit hava sjálv sett forðingar fyri okkum sjálv. Forðingar ið skerja okkum sum menniskju. Forðingar ið gera, at vit ikki tora, duga ella vilja lova øðrum nær at okkum. Hetta ger so tað, at vit ikki eru før fyri at síggja tørvin hjá øðrum menniskjum, og harvið missa vit hesa kensluna av gleði og meiningini, ið hetta gevur.

”Eitt gott lív” er nokk ikki altíð tað sama fyri teg sum fyri meg. Eitt gott lív kann eingin keypa seg til, tað má livast.

Áðrenn tú biður – hav trúgv

Áðrenn tú tosar –  lurta, og lurta væl

Áðrenn tú gevur upp – royn

Áðrenn tú doyr – LIV LÍVIÐ

Hallur Joensen syngur soleiðis í einum av sínum sangum: Alt, sum tú sært, er ein gáva, tú eigur, og alt, sum tú fært, kemur omanífrá. Njót hesa stund, tí tú sanna skal tað, at vit eiga bert dagin í dag.