Hvat er tín vitnisburður?
“This is my testimony, from death to life.
Cause grace rewrote my story, I’ll testify.
By Jesus Christ the Righteous, I’m justified.
This is my testimony, This is my testimony!”
Nær hevur tú síðst vitna um hvat Jesus hevur gjørt fyri teg? Hugsar tú um dagliga
hvat hann veruliga hevur gjørt fyri teg? Hvat hann gevur okkum hvønn dag, og hvat
veruliga hendur í okkara lívið tá vit geva okkara lív til Jesus?
“Still the miracle that I just can’t get over.
My name is registered in heavan.
My praise belongs to you forever!”
Hesin sangurin hjá Elevation Worship er blivin so stórur fyri mær! Hvat er mín
vitnisburður? Hvat er tín vitnisburður? Hvat er tað vit kunnu vitna um?
Okkara navn er skriva í lívsins bók! Vit hava ein bústað í himli tá vit geva okkara lív
til hann! Eg elski hvussu beint fram hesin setningurin er – (leysliga umsett) “Undrið
sum eg ikki kann koma yvir” – er tað veruliga tann kenslan vit hava hvønn dag? At vit
eru so glað yvir tað, at okkara navn er skriva í Himli? At tað er ein sovrið gleði vit
barasta ikki kunnu koma yvir, sum vit barasta ikki klára at lata verða við at tosa um
og fortelja øðrum um? Åh, sum eg hevði vilja at tað var tann kenslan eg hevði hvønn
dag, og er tað nakað sum eg má biðja Guð hjálpa mær við at síggja og føla.
Fortelur tú øðrum tín vitnisburð, soleiðis at tey eisini kunnu fáa lut í hesari gleðini?
At teirra navn eisini verður skriva í himli? Vit eru rættvísgjørd í Kristi, og um vit
trúgva á hann hava vit ein veg heim til Jesus – hjálp okkum at verða spentari at vitna
um hann har vit eru, og um alt tað hann hevur gjørt fyri okkum og tað vit hava fingið
í trúnni á hann!