Hvat er trúgv?

Skrivað: Jórun Eið Johannesen

Hvat er trúgv? Er tað bara nakað, sum vit ganga runt og halda okkum meina? Tað avgerðandi er ikki, um vit trúgva okkurt tilvildarligt; men hvønn vit trúgva á. Í Hebrearabrævinum 11,1 lesa vit, at trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Lærusveinarnir fylgdust við Jesusi, teir hoyrdu hann tala og sóu tey undurverk, hann gjørdi. Teir trúðu og vónaðu tað komandi. Í meðan boðaðu teir tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð. Teir skrivaðu eisini niður, so at vit onnur kundu lesa tað. Men Tummas ivaðist. Hann mátti tó sanna, at veruleikin var veruligur. Hansara trúarjáttan var einføld: “Mín Harri og mín Gud!” (Jóh 20,28).

Máttu vit eisini komið til hesa somu niðurstøðu, sum Tummas, at Jesus er okkara Harri og okkara Gud. Og meðan vit vænta ta komandi himmalsku dýrdina, skulu vit í treysti halda fram í trúgv á tann upprisna, liva í sátt og semju við okkara næsta og ikki leggjast á boðini, men boða í orðum og verki, at Jesus er sonur Guds, deyður og risin upp aftur fyri hvønn tann, sum trýr á hann.